Nordvesten í Klaksvík og Fuglafirði

Fuglafjørður og Klaksvík eru vertir fyri Nordvesten stevnuni, sum verður 02.-06. juli. Feløg og einstaklingar úr Noregi og Íslandi verða boðin við á mentunarstevnuna, har hópin av fólki úr føroyska mentunarheiminum eisini eru við

Hópin av spennandi tiltøkum verða á skránni á Nordvesten í ár. Ætlanin við tiltakinum er við breiðum mentanartilboðum at varpa norðurlendskt ljós á møguliga felags eyðkenni og uppruna. Fólkadansur, konsertir, listaframsýningar, framsýningar um post og økissøvn, fyrilestrar, útferðir, virkisvitjanir og málting er brot úr rúgvuni av tilboðum, sum verða í Klaksvík og Fuglafirði í summar. Eisini verður skipað fyri gongu- og útróðrartúrum.
Úr Nordøsterdalen í Noregi koma fólkadansara, fólkatónleikarabólkur, hornorkestur, ungdóms-sjónleikarabólkur og listamálari. Somuleiðis verður tann so kendi jazz-bólkurin, Dixi, við á Nordvesten. Dixi var her í Føroyum í sambandi við Musikkstevuna í Runavík, har teir bergtóku allan áhoyraraskarðan og allar luttakarar við teirra framúrskarandi framførslu.
Úr Íslandi kemur eitt manskór, sum eitur Fóstbræður. Tað eru umleið 60 sangarar í kórinum, men onnur 40 verða við í teirra ferðalagi. Tvær listakvinnur koma eisini, Rósa Sigrún Jónsdóttir og Margrét Birgisdóttir fara at hava framsýning í Klaksvík. Nakrir víkingar frá Fjørukránni verða við og fara millum annað at sýna fram glíming.

Málting
Høvuðsyvirskriftin fyri Nordvesten hesuferð er: Hvussu varðveita vit norðurlendsku málini? Hetta evnið verður viðgjørt á einum sokallaðum máltingi, har fleiri fyrilestrar verða á skránni. Úr Noregi koma Albert Einarsson og Endre Brunstad at halda fyrilestur um "Det nordiske sprog". Umboðið fyri Ísland til máltingið verður Kristján Árnason, professari og úr Føroyum verða millum onnur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jógvan í Lon Jacobsen og Rúni Hansen.
Hetta máltingið verður ein almennur fundur, sum verður í auluni á studentaskúlanum á Kambsdali hósdagin 3.juli. Fyrireikararnir vóna somuleiðis, at eitt gott og lívligt kjak kann koma burturúr, har spurnartekin verður sett við, hvussu tillaga vit málið, og hvussu varðveita vit málið.
Av tí at stevnan er í Føroyum, so eru tað sum vera man føroyingar, sum seta sín størsta dám á. Føroyski dansurin og norski fólkadansurin eru ein týðandi partur av tiltakinum. Eini 120 dansarar úr Klaksvík og Eysturoynni verða partur av stevnuni.
Somuleiðis verður føroysk list á skránni. Ein vælumboðandi skari av listarfólkum sýna tí fram í Klaksvík og Fuglafirði saman við sínum norsku og íslendsku starvsfeløgum. Millum onnur kunnu nevnast: Frits Johannesen, Øssur Mohr, Heðin Kambsdal, Archibald Black, Edward Fuglø, Høgni Thomsen og fleiri.
Postverkið luttekur við eini frímerkjaframsýning, har tað eisini eru uppsettar myndir frá gomlum døgum, sum lýsa tær torføru farleiðirnar um fjøll og firðir - og av somu grund drúgvu postgongd ? við smáum bátum millum oyggjarnar og strævna gongd um høg fjøll.
Vágsheygafrensarnir eru ein tónleikabólkur, sum er sprottin úr Klaksvíkar Hornorkestri. Teir spæla kendan og góðan dansitónleik og verða við til fleiri konsertir, dans og onnur útitiltøk. Somuleiðis fara hornorkestrini bæði í býunum eisini at luttaka til fleiri tiltøk.
Eisini verður nógvur kórsangur á stevnuni.
Alt í alt kann bara staðfestast, at Nordvesten 2003 í Klaksvík og Fuglafirði ljóðar til at fara at verða ein serstakliga áhugaverd og fjølbroytt mentunarstevna, har norðurlendska málið verður sett í hásæti.
Stevnan verður løgd tilrættis í Klaksvík og Fuglafirði av einum 5 manna bólki, har Dávur Winther og Petur Martin Petersen eru samskiparar fyri hvønn býin sær. Størri avgerðir verða tiknar í samráð við avvarandi býráð, sum hevur sett pening av til tiltakið. Eisini hevur Norðurlandaráðið stuðlað tiltakinum.
Nordvesten er vanliga annahvørt ár, og stevnan var á fyrsta sinni hildin í Nordøsterdalen í mið-Noregi í 1991.