Petur Háberg og Jens Christian Christiansen vóru svágrar. Petur var giftur við Hjørdis Nessaa og Kissa við Sufíu Nessaa. Undir krígnum fóru teir undir bókaútgavuvirksemi og settu á stovn Norrøna Forlagið, hvørs endamál var at geva út bøkur og annað tilfar á føroyskum.
Teir hildu til í húsunum hjá Johs. Olaus Joensen, ið stóðu á grundini sum Føroya Banki í Niels Finsensgøtu er bygdur á. Í somu húsum sum Leif Mohr fór undir sítt virksemi í 1935. Seinni varð forlagið flutt oman í Kristnastovu, niðri í Gongini. Petur Háberg arbeiddi hjá P/F Tór, hjá Jens av Reyni, sum helt til í Kristnastovu, og Kissa arbeiddi hjá Hans Joensen. Báðir høvdu fulltíðarstarv við síðuna av.
Bøkur ið Norrøna Forlagið gav út
Eftir kríggið kom bókin »Bumbur yvir Føroyar« út, ið er ein lýsing av óhugnaligu hendingunum undir krígnum. Í bókini skriva fleiri høvundar um, tá flogfør sleptu bumbum yvir tær ymisku bygdirnar og skipini.
Í august 1945 kom bókin hjá Erlendi Patursson »Føroysk Búreising«, ið vóru nakrir fyrilestrar, hann helt í ungmannafelagnum Oyggjaframa í 1944. Seinni sama árið, í oktober, kom bókin »Føroysk Stjórnarmál«, sum eru fyrilestrar sum Erlendur helt í Oyggjaframa í 1943 og greinar úr blaðnum Búgvanum, blaðið hjá uttanlandsføroyingum. Báðar hesar bøkurnar eru sera áhugaverdar, tá hugsað verður um, at tær eru skrivaðar beint eftir kríggið og áðrenn fólkaatkvøðuna 14. september í 1946.
Yrkingarsavnið »Moriendo« hjá J. H. O. Djurhuus kom í 1944. Bókin »Nakrar nýtsluplantur« eftir H. ærentsen og J. M. Kjeld er um handil við plantunum, kaffi, te, kakao, sukur og tubbak.
Í fimmtiárunum gav forlagið út bøkur hjá Peturi Háberg, nevndar »Skatturin«, ið vóru handbøkur hjá skattaborgarunum. Har var svar til fleiri av spurningunum um, hvat ið loyvt er at draga frá í skatti.
Í 1954 kom fyrra bókin »Søgur um sangir« hjá Peturi Háberg, ið er um andaligar sangir. Bókin er um hendingar og tilburðir, ið hava ført til, at fólk hava skrivað sangir undir bæði góðum og ringum umstøðum.
Bilasølan Norrøna
Við endan av fýratiárunum fóru teir at innflyta bilar úr Onglandi. Á fyrstu lýsingunum er navnið »Norrøna«, seinni bleiv tað »Bilasølan Norrøna«, tí navninum varð langt lív lagað við ymiskum eigarum, heilt fram í nítiárini.
Sambandið við Bretland var gott, og fyrstu tíðina var innflutningurin av bilunum beinleiðis. Teir byrjaðu við at selja Standard bilar og umboðaðu eisini aðrar bretskar fyritøkur.
Teir størru Standard Vanguard vóru nógv seldir sum hýruvognar, teir høvdu rættgear og heila sofu framman og vóru rúmligir bilar til fimm ferðandi umframt føraran.
Standard 8 og 10 vóru smærri persónbilar, teir vóru tó mest seldir sum vørubilar til handilsfyritøkur, og nevndust teir Standard 10 Van.
Seint í fimmtiárunum flyta teir skrivstovuna niðan í nýggja Føroya Bankabygningin í Niels Finsensgøtu, so nú vóru teir aftur á somu grundini, sum virksemi byrjaði.
Tá Nordisk Diesel A/S í Keypmannahavn frættu, at Bilasølan Norrøna influtti Standard og Triumph beinleiðis úr Onglandi, gjørdu teir vart við, at Føroyar hoyrdu undir teirra søluøki. Eftir tað komu bilarnir úr Danmark, og tá komu onnur bilmerkir hjá Nordisk Diesel afturat, so sum franskir Simca, russiskir Moskwitch og Volga, og amerikanskir Plymouth.
Bilasølan Norrøna hevði onki verkstað, men høvdu avtalur við onnur bilverkstøð um at gera eftirlit og tænastuveitingar fyri teirra kundar. Teir høvdu umboðsmann fyri Eysturoynna í Søldarfirði. Tað var Rósing Rasmussen, sum hevði lært til bilsmið hjá Wenzel Petersen í Havn.
Eftir kríggið byggir hann ein bilverkstað í Søldarfirði. Rósing Rasmussen hevði fleiri søluumboð og seldi bilar fyri Bilasøluna Norrønu og gjørdi allar tænastuveitingar fyri teir. Hann stóð eisini fyri innkeypi av eykalutum til goymsluna, ið var heima hjá Kissa í Brekkugøtu í Havn.
Seinni fer Rósing at innflyta bilar sjálvur, so sum Studebaker, ið vórðu innfluttir beinleiðis úr U. S. A. Í 1963 koma teir fyrstu Toyotabilarnir, og í 1965 koma Scania bilarnir.
Í 1965 gevast Petur Háberg og Kissa at selja bilar, og Reimar Isaksen, ið hevði Akkumulatorvirkið Monty við Grønlandsvegin, tekur yvir Bilasøluna Norrønu.