Norra kemur upp í ES-samstarvið um Eystrasalt

Noreg verður níggjundi limur í strategiini hjá ES fyri Eystrasalt, boðar norska uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi.

Espen Barth Eide, uttanríkisráðharri í Noregi, fegnast um, at Noreg er komið upp í strategiska ES-samstarvið í Eystrasalti. (Savnsmynd). - Mynd: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix

Avgerðina tók ES-nevndin í dag.

– Limaskapur styrkir samstarvið hjá Noregi við ES og okkara ávirkan í einum øki, sum er vorðið miðdepil í evropeisku trygdini, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

Strategiin er eitt samstarv millum ES-nevndina og ES-londini í økinum kring Eystrasalt, sum eru Svøríki, Danmark, Estland, Finnland, Týskland, Lettland, Litava og Pólland.

Noreg er fyrsta limalandið, sum ikki er partur av ES.

 

/Ritzau/

 

 

 

Espen Barth Eide, uttanríkisráðharri í Noregi, fegnast um, at Noreg er komið upp í strategiska ES-samstarvið í Eystrasalti. (Savnsmynd). - Mynd: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix