Í eini felags grein vísa felgøini á, at í dag liva vit nærum í einum geopolitiskum ruðuleika. Rátt vald setur dagsskránna fyri tí mesta, sum gongur fyri seg runt í heiminum. Eisini um okkara leiðir. Tað er eyðsýndur tørvur á, at Norðurlendsku stjórnirnar beinanvegin taka stig til at knýta seg nógv nærri hvørjum øðrum enn nakrantíð.
Feløgini eru sannførd um, at geopolitiski ótryggleikin hevur neiliga ávirkan á fólkið í Norðurlondum, sum í dag tykist merkt av hesum og ynskir at finna saman við javnlíkum, til tess at standa í móti ótryggleikanum.
Flestu av Norrønu feløgunum vórðu stovnað beint eftir 1. verðaldarbardaga og hava líka síðani arbeitt við at samansjóða norðbúgvar. Politiskt hevur tað «norðurlendska» vunnið sóma í londunum soleiðis, at vit í dag hava felags virðisgrundarlag at byggja á.
Hóast politikarar tosa jaligt um norðurlendskt samstarv, so er tað tíverri ein sannroynd, at norðurlendskt samstarv er víkjandi og fyllir als ikki so nógv millum politikarar í dag, og er tí markant minni í vavi enn um aldarmóti.
Greinin vísir á fleiri politikkøki, har Norðurlond kunnu samstarva nógv betri og tættari. Eitt styrkt samstarv ger, at Norðurlond kunnu virka sum ein valdsfaktorur í okkara øki og ikki enda sum ein kaffiklubbur.
Undirskrivað greinina hava:
Hrannar Arnasson, Ísland
Torbjørn Nystrøm, Føroyar
Pyri Niemi, Svøríki
Lars Barfod, Danmark
Maiken PoulsenEnglund, Åland
Greinin »Norðurlond – kaffiblubbi ella valdsfaktorur?« er at lesa her











