VIDEO: Eyðun fegnast um at liðið ikki fór í panikk

(Video) Hoyr landsliðsvenjaran seta orð á 2-1 sigurin á San Marino

Mynd: FSF

Fyrr í dag vunnu Føroyar sjeynda sigurin við Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjara.

 

Við málum frá Jákupi B. Andreasen og Árna Frederiksberg eydnaðist tað Føroyum at vinna 2-1 á San Marino í einum venjingardysti á útivølli í Sarravelle.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

Í samrøðu við FSF-varpið fegnast Eyðun Klakstein um, at liðið ikki fór í panikk tá San Marino legði seg á odda 1-0. Eyðun staðfestir, at tað var gott at byrja landsliðsárið við einum sigri, og gott at fáa ein venjingardyst, har teir fingu avstemmað nakrar lutir.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-Varpið gjørdi við landsliðsvenjaran:

 

##med2##

 

Mynd: FSF