Tað verður einki at síggja til norska Johan Gullisen í Effo-deildini. Norski álopsspælarin, sum var ætlaður at vera við til at styrkja broddin á liðnum hjá Suðringum, fer nú til hús.
Á heimasíðuni hjá TB verður sagt soleiðis:
Johan Gulliksen verður ikki at síggja aftur í grønu troyggjuni hjá TB/FC Suðuroy/Royn.
Sáttmálin er uppsagdur, eftir at tað er staðfest, at tað ikki sær út til, at bilbukt fæst við skaðan, sum hann er plágaður av.
22 ára gamli Johan Gulliksen var við í tveimum dystum fyri TB/FC Suðuroy/Royn. Í landskappingini var tað í fjórða umfari, tá ið Suðringar vunnu 2-0 á heimavølli ímóti Skála. Johan Gulliksen var á vøllinum í 83 minuttir.
Í steypakappingini var tað í fjórðingsfinaluni ímóti NSÍ á útivølli. Eftir longda leiktíð vann NSÍ 3-2. Johan Gulliksen varð skiftur inn í 73. minutti.
Lagt verður aftrat, at felagið var vitandi um, at Johan var skaddur undan kappingarbyrjan, men vónin var, at skaðin ikki bleiv ov drúgvur.
Johan varð eisini skaðafríður og spældi ímóti Skála, men bleiv tíverri skjótt aftur skaddur og harvið mátti ásannast, at hansara skaði varð drúgvari enn væntað, og tí er sáttmálin uppsagdur við norska framherjan.