Norski sangfuglurin Christel Alsos kemur til Føroya

Ein av best umtóktu sangfuglunum í Noregi hevur konsert í Havn. Hóast talan er um jólakonsert er atgongumerkjasølan væl í gongd. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 21. novembur, kl. 19.30.

Við tíðini er tað vorðið siðvenja hjá norsku sangarinnuni Christel Alsos at fara á konsertferð í Noregi við jólasangum í viðførinum, sum hon ber fram gjøgnum tónleikin. Í ár er einki undantak, og í ár byrjar hendan siðvenjan í Føroyum.

 

Hetta skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

 

Ró, nærleiki og hugni

Christel framførir jólasangir og hevur í nógv ár savnað ungar sum eldri áhoyrarar til konsertir við dámi av ró, nærleika og hugna. Á hvørjum ári skapar hon eitt fjálgt tónleikarúm við inniligum sangi, ið birtir vón og merkist í áhoyrarunum. Ætlanin við siðbundnu jólakonserferðini er at fáa fram serligu kensluna, sum nógv seta í samband við jólini.

 

Um Christel Alsos

Christel Alsos verður í dag mett sum ein av mætastu tónleikarum og røddum Noregs. Hon er útbúgvin við Musikfolkehøgskolen Viken og gav fyrstu stakútgávu sína Come On út í 2006. Síðani hevur hon latið fimm útgávur úr hondum. Hon hevur eitt nú framført sangin Håll Ut á palli saman við svenska Bo Kaspers Orkester.

 

Atgongumerki kunne keypast á nlh.fo