Í dag frættist, at høgravíðgongdi norðmaðurin Var Vikernes er handtikin í Fraklandi, tí hann hevði ætlanir um hópmorð.
40 ára gamli norðmaðurin, kendur sum "Greivin", er fongslaður í fýra dagar. Unnusta hansara er eisini handtikin, skriva fronsk bløð sambært NRK.
Vikernes varð tikin á garði sínum í býnum Salon La Tour, skrivar Le Monde. Franska løgreglan ger nú rannsóknir á garðinum.
Unnustan hjá Vikernes var limur í einum skjótiklubba og keypti nýlliga fýra vápn á lógligan hátt.
Var Vikernes, sum er rocktónleikari, varð í 1994 dømdur 21 ára fongsulsrevsing í Noregi fyri at hava dripið ein annan tónleikara. Harumframt fekk hann dóm fyri at hava brent tríggjar kirkjur.
Vikernes varð leyslatin í 2009 eftir at hava sitið 16 ár og flutti tá til ein garð í Telemark. Sambært fólklayvirlitinum býr hann nú í Fraklandi og hevur fingið sær franskt navn.
Fronsk bløð skriva, at hann býr á garðinum saman við trimum børnum.
- VIkernes er ein maður, sum er førur fyri at brúka harðskap. Tað hava vit sæð fyrr. Hann er eisini fyrr tikin við vápnum. Vikernes er eyðkendur nýnasistur og jødahatari.
- Hann var millum annað sera virkin eftir 22. juli, og tá rættarmálið var móti Breivik, sigur Øyvind Strømmen, tíðindamaður og serfrøðingur í høgravíðgongdum umhvørvi, við NRK.
Franska kona Vikernes er 25 ára gomul og hevur búð í Noregi eina tíð saman við honum.
Franska løgreglan sigur við Reuters, at ymiskt var, sum gav teimum illgruna um, at Vikernes hevði ætlan um at skipa fyri hópmorði.
Norska uttanríkisráðið veit ikki meir enn tað, sum fjølmiðlarnir siga frá, men hevur sett seg í samband við fronsku løgregluna, skrivar Aftenposten.
Á heimasíðu síni hevur Var Vikernes lýst Noreg sum seinasta sovjetstatin í Evropa, skrivar Le Monde. Boðini vóru løgd út á fronskum. Fleiri boð seinastu dagarnar hava víst, hvussu upptikin hann er av, at Evropa má bjargast.
Vikernes hevur fyrr sagt, at hann tekur undir við tí, sum stendur í sokallaða manifestinum hjá Anders Behring Breivik. Men hann fanst at Breivik fyri ikki at siga sum var: At jødar eru orsøk til muslimsku innrásina í Evropa og alt annað, sum er galið í heiminum.
(Mynd: Rustem Adagamov © Wikipedia, Creative Commons)