Norskur ævintýrari er aftur á veg til Føroya einsamallur við seglbáti

Erik Aanderaa er farin úr Íslandi

Nú hevur norski Erik Aanderaa loyst frá kai í Seydisfjørði í Íslandi og setti kósina móti Føroyum. Hann fer at sigla einsamallur til Føroya við seglbáti sínum, sum eitur “Tessie”.

Hetta verður aðru ferð, at hann kemur til Føroya við seglbátinum. Hann var her fyri fyrstu ferð í apríl í fjør, tá hann sigldi úr Hetlandi aftaná at hava siglt úr Noregi til Hetlands. Hann hevði áðrenn hetta leingi droymt um at sigla til Føroya einsamallur við seglbáti, og í fjør bleiv dreymurin so til veruleika.

Ætlanin var annars at fara til Føroya í síðstu viku, men veðrið vildi nakað annað, og hann hevur verið veðurfastur í níggju dagar.

Á YouTube hevur hann sligið sítt navn fast sum djarvi sjómaðurin - og norski víkingurin - sum ikki verður stygdur burtur av aldum og ringum veðri. Hann gjørdi ein film um Føroya-ferðina, sum tú kanst síggja her:

##med2##