Sambært norsku heimasíðuni – nrk.no – í dag, er eitt av "sentralu" prógvunum móti sambúgvanum hjá norska løgmálaráðharranum, Lailu Anitu Bertheussen, at úthurðin í heiminum hjá teimum stóð opin eitt korter, áðrenn eldur kom í bilin í túninum.
Verjin hjá henni, John Christian Elden, sigur, at hetta er eitt av trimum tingum, sum norska trygdarløgreglan – PTS – hevur hongt seg í, síðan sambúgvin herfyri varð handtikin, skuldsett fyri eldáseting og skuldsett fyri at vilja geva øðrum skyldina. Hann vísir á, at úthurðin hevur verið opin fleiri ferðir – og seinast, umleið eitt korter, áðrenn gongufólk boðaðu frá, at eldur var í bilinum.
NRK hevur umrøtt prógvini, sum PST sigur seg hava, og eitt av hesum er ein sensorur á úthurðini í heiminum hjá løgmálaráðharranum og sambúgvanum, Lailu Anitu Bertheussen. Eitt av vakmyndatólunum á sethúsaognini var í ólagi, tá eldur kom í bilin, og onnur vakmyndatól í grannalagnum vísa einki illgrunasamt í tíðarbilinum, tá eldur kom í bilin.
Sambært dagbladet.no heldur norska trygdarløgreglan PST, at tað, at einki sæst á vakmyndatólunum, eisini útilokar, at annar ella aðrir brotsmenn eru. - Men, tað er einki, sum knýtir sambúgvan til eldsbrunan uttan tað, at eingi prógv eru um aðrar brotsmenn, hevur verjin, John Christian Elden, áður sagt við NRK.
NRK hevur biðið trygdarløgregluna PST um viðmerkingar til nevnda ”sentrala” prógv, sum sambært heimasíðuni er opna úthurðin, men tey ynskja ikki at gera viðmerkingar til hetta í dag.
Tá tíðindini bórust um, at sambúgvin hjá norska løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Waras, var handtikin og tingrætturin gav loyvi til húsarannsókn, gjørdi løgmálaráðharrin av at fara í farloyvi og fara heim at taka sær av familju síni.
Seinastu mánaðirnar hevur løgmálaráðharrin, ið gongur inn fyri skerpaðum treytum til innflytarar, verið fyri ymiskum ágangi, og eitt nú hevur verið málað á hús og bil hansara. Men, tá eldur herfyri kom í bilin, sum stóð í túninum, handtók trygdarløgreglan sambúgvan, Lailu Anitu Bertheussen, og hevði hana til avhoyringar í fleiri tímar, samstundis sum húsarannsókn varð framd heima hjá løgmálaráðharranum.
Nú er so spurningurin, hvussu góð prógv trygdarløgreglan PST hevur á hondum móti sambúgvanum, og tað skuldi verið løgið, um opna úthurðin eitt korter, áðrenn eldur kemur í bilin, er hitt mest sentrala prógvið, soleiðis sum NRK vil vera við í dag.