Eftir triðja umfar er B36 einasta liðið, sum framvegis hevur fult stigatal. 3-0 sigurin á B71 var tann næststørsti, sum hevur verið higartil í ár. B71 hevur lagt rygg til størsta tapið ? 5-0 á Toftum ? og til næststørsta tapið ? 3-0 ímóti B36 ídag.
Víkingur vann lyklauppgerðina ímóti grannunum í Runavík 2-0. Harvið er Víkingur tvey stig aftanfyri oddaliðið í B36. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av EB/Streymi.
NSÍ hevur fingið sera soltna byrjan. Úrtøkan er eitt stig, sum er vunnið á útivølli í Vági. Á heimavølli hevur hilnast illa. Í fyrsta umfari tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, og í dag var tað Víkingur, sum fór avstað við øllum stigunum. Sunnudagin verður torfør uppgáva á skránni, tá ið NSÍ skal spæla í Gundadali ímóti meistarunum í HB.
Sigurin hjá EB/Streymi á FC Suðuroy var tann fyrsti í ár. Øll liðini eru komin á stigatalvuna, men enn hava NSÍ, AB, FC Suðuroy og B71 ikki vunnið.
Síðsti dysturin í 3. umfari verður í annaðkvøld kl. 18.30, tá ið ÍF fer at vitja á Svangaskarði.
3. umfar
Ídag
HB-AB 2-1 (0-0)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Fróði Benjaminsen br 50.
2-0: Fróði Benjaminsen 57.
2-1: Dion Splidt 73.
NSÍ-Víkingur 0-2 (0-1)
Dómari: Lars Múller
0-1: Bárður Hansen 34.
0-2: Sam Jacobsen br 88.
EB/Streymur-FC Suðuroy 2-0 (0-0)
Dómari: Ransin Djurhuus
1-0: Arnbjørn T. Hansen 56.
2-0: Arnbjørn T. Hansen 69.
B71-B36 (0-1)
Dómari: Rúni Gaardbo
0-1: Fróði Clementsen 39.
0-2: Róaldur Jacobsen 56.
0-3: Christian R. Mouritsen 88.
Mánadagin
B68-ÍF kl. 18.30
Støðan
B36 9 stig
Víkingur 7 stig
HB 5 stig
EB/Streymur og ÍF 4 stig
B68 3 stig
FC Suðuroy 2 stig
NSÍ, AB og B71 1 stig
4. umfar
Fríggjadagin 16. apríl
Víkingur-EB/Streymur
Sunnudagin 18. apríl
HB-NSÍ
ÍF-B71
FC Suðuroy-B68
AB-B36