– Á heimavølli skulu vit hava trý stig, so eg eri avgjørt ikki nøgdur. Tað var nær við, tá teir ímóti endanum bjargaðu á strikuni, men í løtuni fáa vit bara ikki mál. Eg eri stak væl nøgdur við seinna hálvleik, har vit eisini komu fram til teir kjansirnar, ið skuldu verið nóg mikið, men í fyrra hálvleiki var okkara innsatsur vánaligur og als ikki nøktandi.
Tað segði liðformaðurin hjá NSÍ, Christian Høgni Jacobsen, eftir málleysa javnleikin við Løkin ímóti ÍF mánakvøldið, har tað ikki eydnaðist NSÍ at økja um munin í toppinum, nú HB var snávað dagin fyri.
Stóri møguleikin, hann sipaði til, var 20 minuttir fyri tíð, tá Klæmint Olsen breyt ígjøgnum í høgru síðu, rundaði bakkin og sendi innfyri til Christian Høgna, sum við hælinum koyrdi bóltin víðari til Árna Frederiksberg, ið ikki smekkaði til við høgra beini beinanvegin, men bíðaði til bólturin lá til vinstra bein. Tað sekundið var nóg langt til, at Bartal Eliasen slapp inn á strikuna at verja fyri, tá skotið kom.
Tað var einu løtuna í seinna hálvleiki, at heimaliðið legði stórt trýst á ÍF, og burtur úr tí komu eisini onkrir aðrir kjansir. Tann næststørsta átti Debes Danielsen, ið bleiv fríspældur av Jústinusi R. Hansen, men ikki fekk sent bóltin fram við Jákupi Mikkelsen, ið fyrst blokeraði við beininum og síðani í aðru atløgu fekk hildið bóltinum.
Brendu brotsspark
ÍF var annars tað av liðunum, ið gjørdi heldur meira um seg fyri steðgin, tá báðir partar vóru felags um at hava so skjótar bóltflytingar, at ferðin gjørdist í meira lagi. Trýstið frá fuglfirðingum fevndi tó mestsum bara um deyðbóltar – við undantaki av einari góðari fríspæling, tá Øssur Dalbúð sendi bóltin inn um NSÍ-verjuna, har Nenad Saric gjørdist akkurát ov stuttur, so Andras Gango í málinum fekk vart fyri.
Áðrenn dysturin nakrantíð kom í gongd, fekk ÍF annars størsta møguleikan av øllum, tá Jonhard Frederiksberg longu í fimta minutti inni í egnum brotsteigi toygdi seg upp eftir bóltinum – við arminum… Andy Olsen slapp at skjóta brotssparkið, men Andras Gango tveitti seg rætta vegin og helt veika skotinum.
– Høvdu vit fingið mál tá, so trúgvi eg, at vit høvdu vunnið dystin. Vit vístu nógv í kvøld, tí vit spældu á útivølli ímóti oddaliðnum og vóru betri næstan allan dystin, men vit skoraðu ikki og fingu tí bara eitt stig, segði annar av framherjunum hjá ÍF, Øssur Dalbúð.
Eingi gummibein
At báðir partar vildu vinna dystin og ikki vóru nøgdir við javnleik, sást á øllum brøgdum, men ov lítið tamarhald var á atsóknunum, ið tískil ofta endaðu við einari nýggjari frá mótstøðuliðnum. Og ofta høvdu spælararnir ikki tað tolið, ið skal til, so tí manglaði tað síðsta í.
– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við 0-0, tí vit ætlaðu at vinna, so vit kundu vera við aftur. Nú eru vit eitt sindur ov langt burtur frá toppinum, tí seks stig er í meira lagi. Men vit arbeiða víðari og taka ein dyst í senn, staðfesti Øssur Dalbúð.
Hetta var fjórði dysturin á rað hjá NSÍ, sum liðið ikki hevur vunnið, og tí var kanska náttúrligt at spyrja Christian Høgna Jacobsen, um teir á oddaliðnum hava fingið tey sokallaðu gummibeinini:
– Nei, vit hava avgjørt ikki gummibein, tí til tað eru tað alt ov nógvir dystir eftir enn. Vit eru framvegis trý stig á odda við seks dystum eftir at spæla, og so leingi sum vit eru fremstir, er tað nóg gott, helt hann.
– Vit vóru herfyri sjey stig fremstir, men tað er sjálvandi harðari at vera oddalið nú, tí um vit tapa og hini liðini vinna, so kunnu vit ikki rokna við, at frástøðan er so stór alla tíðina.
MYNDATEKSTUR:
MÁLLEYST
Hvørki Christian Høgni Jacobsen og NSÍ ella Karl Løkin og ÍF megnaðu at fáa málið, ið kundi avgjørt dystin teirra millum við Løkin mánakvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen