Tað var einki at rafla um, tá ið teir næstbestu hjá HB seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
HB vann 4-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Hetta var triði sigurin hjá HB, sum hevur 9 stig og er undir liðini á TB, sum eisini hevur 9 stig og er nummar trý.
HB málini í fyrra hálvleiki vóru skorað lítla løtu undan at hálvur tími var farin og lítla løtu eftir, at hálvur tími var farin. Jógvan Petersen setti hol á, og Rani Sørensen økti um munin til 2-0.
Sjey minuttir eftir steðgin sá NSÍ málverjin Danial Danielsen beinleiðis reytt kort, og Leivur Fonsdal Guttesen umsetti brotsspark til 3-0. Fýra minuttir seinni var tað Rani Sørensen, sum skoraði, og so var 4-0.
33 ára gamli NSÍ veteranurin Pól Jóhannus Justinussen, sum ikki hevur spælt í bestu deildini síðani 2019, var í dag fyri triðju ferð í ár á NSÍ liðnum í næstbestu deildini. Í dag sá hann tvær ferðir gula kortið og var tískil ikki á vøllinum síðstu fimm minuttirnar.
NSÍ hevur fýra stig og er á áttanda plássi. Í sætta umfari fær NSÍ vitjan av B36, sum er næstaftast.
HB fer í sætta umfari at spæla á útivølli ímóti B71.