Klokkan 19 í kvøld verður grannauppgerð leikt í Meistaradeildini hjá monnum við Løkin í Runavík, har NSÍ tekur ímóti B68. NSÍ kann við sigri gerast einsamalt oddalið í deildini.
R2 á Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á Svangaskarði 4. apríl vann NSÍ dystin 2-1. Í fjør vann NSÍ allar tríggjar dystirnar móti B68. Seinast liðini spældu dyst við Løkin 30. mars í fjør vann NSÍ 11-0.
NSÍ er næstfremst í deildini við 29 stigum. B68 er nummar átta við 12 stigum.
NSÍ hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,13 og 1,20.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 7,50.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 8,50 og 12,50.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













