Fípan heldur stásið við líka

5-mannafør dreingir 17-18 ár: Hóast teir ikki fingu besta startin, so vunnu dreingirnir úr Klaksvík tryggan sigur

Mynd: kvf.fo

Fyri triðja ferð í ár var tað Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann kappingina millum eldru dreingirnar. Tað ber við sær, at Fípan Fagra hevur 21 stig og fult stigatal, og tí eru klaksvíksdreingir stórfavorittar at vinna FM heitið. Fremsti avbjóðarin í FM kappingini er Drekin, sum í dag eins og tvær tær undanfarnu ferðirnar endaði næstfremstur.

 

Starturin hjá Fípuni Føgru var ikki so góður, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Heldur vóru tað Drekin og eisini Kollur úr Kollafirði, sum løgdu bragdligast fyri.

 

Kollur megnaði ikki at halda tørn í kappingini um fremsta plássið, og smátt um smátt legði Fípan Fagra seg undirliðina á Drekanum. Tá ið hálvt málið var rógvið, vann Fípan Fagra seg eina hálva bátslongd framum, so var munurin ein heil bátslongd, og tá ið bátarnir fóru um málið, sást dagur millum tveir teir fremstu bátarnar, meðan tað vóru fleiri bátslongdir aftur til Koll og Falk. Blikur varð ikki skrásettur fyri endatíð, ti hann kom ikki um málið.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:36.09+00.007 
2 Drekin (HR)05:38.25+33.506 
3 Kollur (KÍF)05:50.19+35.385 
4 Falkur (HVR)05:53.11+35.224 
5 Blikur (AR) +00.003
1 Fípan Fagra (KRF)321 
2 Drekin (HR)318 
3 Kollur (KÍF)315 
4 Falkur (HVR)312 
5 Blikur (AR)39

 

rsf.fo

 

 

 

Mynd: kvf.fo