Nú ber til at ringja 1 1 4 til politiið

– Fyri at gera tað einfaldari og skjótari at koma í samband við politiið, verður skipanin við telefonnummarinum 1 1 4 nú sett í verk fyri Føroya Politi.

 

Tað skrivar politiið í tíðindaskrivi í morgun. Hetta merkir, at tann sum ynskir samband við politiið til vanligar politiuppgávur, sum t.d. at fráboða eitt brotsverk ella bara hevur brúk fyri upplýsingum ella vegleiðing um eitthvørt, sum til dømis loyvi, pas ella annað, kann ringja til 1 1 4 í staðin fyri 351448, sum tó framvegis verður í brúki.

 

Í stuttum ber til at siga, at 1 1 4 er nýggja telefonnummari hjá politinum:

 

• um tú vil fráboða eitt brotsverk og tað ikki krevur, at politiið skal koyra við útrykningi á staðið

 

• um tú hevur brúk fyri upplýsingum ella vegleiðing um t.d. pass, loyvir ella annað

 

• um tú hevur upplýsingar til politiið um brotsverk ella tílíkt.

 

Er tað bráðneyðugt, at koma í samband við politiið, skal tú ringja 1 1 2.

 

Ringjast kann til 1 1 4 uttan mun til, hvar í landinum ein býr.

 

1 1 4 svarar alt døgnið, men vanliga telefonnummarið 351448 er framvegis virkið.