Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út fyrstu bókina í einari røð av lættlisnum bókum við felasheitinum SNÍPA. Fyrsta Snípan eitur stóri Tóri og lítla Lív. Hon er gul við trimum fjaðrum. Lydia Didriksen hevur skrivað og Janus Guttesen myndprýtt.
Stóri Tóri og lítla Lív snýr seg um systkini Tóra og Lív. Lív er bara eitt ár, og viðhvørt heldur Tóri, at tað er einki stuttligt at eiga eina lítlasystur, sum grenjar ofta og skal hava alt. Sjálvandi er hann góður við systrina, men onkuntíð vil hann eisini sleppa at vera tann, sum er í miðdeplinum. Hetta skilja mamman og pápin væl, og ein dagin ringir pápin og sigur, at nú skulu teir báðir einsamallir fara ein túr til Skotlands?
Øll børn, sum eiga systkin, fara at kenna seg aftur í hesari søguni. Tóri og Lív búgva í Tórshavn í dag, og nógvu myndirnar hjá Janusi stuðla væl upp undir tekstin og endurspegla gerandisdagin hjá børnum.
Snípurnar eru lættlisnar bøkur. At lætta um hjá lærarum teimum, sum geva børnum bøkur, eru tær flokkaðar í litir: Gular eru ætlaðar 1., 2. og 3. flokki, bláar 4., 5. og 6. og vínreyðar 7. flokki og eldri. Í hvørjum liti eru 3 torleikastig, sum eru merkt við fjaðrum: 1 fjøður merkir løtt, 2 fjaðrar miðal og 3 fjaðrar torfør.
Bókadeild Føroya Lærarafelags ætlar miðvíst at geva út Snípur, bæði upprunaføroyskar og týddar, tí stórur tørvur er á lættlisnum tilfari, bæði í skúlunum og heimunum.
Stóri Tóri og lítla Lív er 48 blaðsíður og kostar kr. 52. Spf. Gramar hevur umbrotið bókina og hon er prentað á Pf. Dimmalætting. Helge Justinussen hevur heft.