Nú er juli stóri róðrarmánaðurin

Jóansøkan verður nú flutt frá á jóansøku og til fyrsta vikuskifti í juli

Kappróðrarárið er stutt. Fyrstu tøkini í FM kappingini verða tikin á norðoyastevnu, sum plagar at vera um mánaðarskiftið mai/juni, og síðsta kappingin er á hvørjum ári ólavsøkuaftan – 28. juli.

FM í kappróðri fevnir um sjey kappingardagar. Higartil hevur tað verið soleiðis, at teir flestu kappingardagarnir hava verið í juni mánað. Eitt nú var tað soleiðis í fjør, at tað var kappast á norðoyastevnu leygardagin 6. juni, á sundalagsstevnu leygardagin 13. juni, á fjarðastevnu leygardagin 20. juni og á jóansøku leygardagin 27. juni.

 

Nú verður hetta broytt soleiðis, at flestu kappingardagarnir vera í juli mánað. Umframt ólavsøkuaftan 28. juli sigur skráin, at kappróður í juli mánað verður á vestanstevnu í Sørvági leygardagin 16. juli, á fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin 9. juli og á jóansøku í Vági leygardagin 2. juli.

Higartil hevur kappróðurin á jóansøku verið á jóansøku – 24. juni – ella fyrsta leygardagin eftir sjálva jóansøkuna. Nú er jóansøkan flutt til fyrsta vikuskiftið í juli mánað.

Í 2016 eru tríggir FM kappróðrardagar ásettir at vera í juni: leygardagin 4. juni á norðoyastevnu í Klaksvík, leygardagin 11. juni á sundalagsstevnu í Hvalvík og á eystanstevnu í Runavík leygardagin 18. juni.