Nú er klárt at melda seg til heilsufótbólt í Klaksvík

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað í tøttum samstarvi KÍ

- Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt, heystskeiðið.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at venjingarnar verða týsdag og hósdag klokkan 16.20.

 

- Aftur hesaferð verða tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum fara at standa á odda fyri venjingunum, og báðar venjingarnar eru á Djúpumýru. 

 

Lagt verður aftrat, at tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll, sum melda seg til, sleppa at luttaka.

 

Á heimasíðuni www.klaksvik.fo verða greitt nærri frá um kostnað, og hvussu venjingarnar annars verða skipaðar. 

 

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað í tøttum samstarvi KÍ. 

 

- Tilboðið hevur longu trý ár á baki, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.