Í tveimum teimum fyrstu umførunum lá tað einki fyri hjá B71, sum tapti á heimavølli ímóti FC Suðuroy og á útivølli ímóti Víkingi.
So glapp hjá sandoyingum, sum vunnu 4-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B36, og í dag vann B71 aftur fulla úrtøku. Tað var á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Gestirnir løgdu seg beinanvegin á odda við máli, sum Signar Dahl Ennigarð skoraði. Hetta var 20. dysturin hjá 21 ára gamla Signari í næstbestu deildini, veit FaroeSoccer at siga, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Lítla løtu seinni javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var 19 ára gamli Óli á Reynatúgvu, sum fyri aðru ferð var málskjútti í næstbestu deildini. Fyrsta málið skoraði hann 7. august í 2024, tá ið B71 á útivølli vann 2-1 ímóti KÍ.
So var tað danski álopsspælarin Lucas Ørneborg, sum stutt í 17. minutti og við brotssparki legði B71 framum 2-1, og eitt korter undan leikloki staðfesti hann 3-1 heimasigurin. Lucas Ørneborg er nú toppskjútti í 1. deild. Hann hevur í fýra dystum skorað fimm mál.
B71 hevur seks stig, og EB/Streymur hevur trý stig.
Um eina viku fær B71 vitjan av FC Hoyvík, og EB/Streymur fær vitjan av NSÍ.










