Nú er politiski ruðu- leikin fullkomin

Í næstseinastu viku hoyrdu vit bert buldur og brak frá samgonguni. Tað var sum í runsuvalsstríðnum, tá sagt verður, at vilstir vóru tólvjavningar og hvør mót øðrum sló.. Í seinastu viku var fullkomuliga vent í holuni. Nú er alt tað, sum menn søgdu í vikuni frammanundan, bert ørvitistos og møsn

Í Dimmalætting næstseinasta leygardag hevði formaður sambandsfloksins á tingi eina sera drúgva grein. Greinin snúði seg um samgonguleiðaran, Edmund Joensen, løgmann, sum er partamaður Atla Hansens, og skoðsmálið, ið sambandstingmaðurin gav partamanni sínum var út av lagi vánaligt. Tað er neyvan komið fyri, at sjálvt politiskir mótstøðumenn, er komnir við so grovum skuldsetingum móti hvør øðrum, sum tær skuldset-ingarnar vóru, ið hesar dagarnar fuku um oyruni á sambandsmonnum og samgongumonnum annars, frá teirra egnu.

Men beint áðrenn vikuskiftið fekk føroyski almenningur at vita, at alt kortini var í lagi umborð á »Agnes Louise«. Skiparin var góður og ongin hevði so mikið sum droymt um at koyra skiparan í land. Hýrurin innanborða var av tí besta osfr. Alt hetta verður váttað í einum tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni. Serliga verður dentur lagdur á, at samgongufundirnir eru góðir, og at skipanin við samgongufundum hevur fulla undirtøku í landsstýrinum. Men so er at spyrja, hvussu í Guðs garði løgmansskrivstovan, sum er ein partur av landsumsitingini, kann vátta ella avsanna, antin samgongufundir, ið eru reint politiskir, eru góðir ella vánaligir. Um skipanin við samgongufundum er góð ella vánalig?

Tá sagt verður, at skipanin við samgongufundum hevur fulla undirtøku í landsstýrinum, fær ein sjálvandi hug at spyrja, hvør tað er í landsstýrinum, sum tekur so dyggiliga undir við samgongufundunum hjá Edmundi Joensen? Er tað løgmansstjórin, eru tað hinir aðalstjórarnir, eru tað starvsfólkini í landsumsitingini sum heild? Ella er tað Edmund Joensen sjálvur og einsamallur, sum hevur hesa áskoðan? Alt tað, ið eg veit um, hava samgongufundir altíð verið reint politiskir fundir, sum umboð fyri landsumsitingina onga atgongd hava til, og heldur onki hava við at gera. Tað hevur altíð verið ein greiðir skilnaður ímillum formligar landsstýrisfundir og samgongufundir. Á formligum landsstýrisfundum luttaka løgmaður, landsstýrismenn og umboð fyri landsumsitingina. Á samgongufundi luttaka bert politikarar úr samgonguflokkunum.

Í blaðnum seinasta týsdag vísti eg á, hvussu løgmaður fyrst einaferð, meðan hann var formaður í sambandsflokkinum og leiddi samráðingarnar um at skipa landsstýri, tók allan sambandsflokkin til gísla við eini hóttan um at lata samráðingarleiðsluna fara víðari, um eitt uppskot um at skifta hann út sum floksformann varð samtykt. Eina aðru ferð framdi hann eina meira almenna gíslatøku. Tá fevndi gíslatøkan um alla samgonguna og restina av Føroya Løgtingi. Og alt bendir á, at tíðindaskrivið frá løgmansskrivstovuni aftur avdúkar eina gíslatøku, har løgmansstjórin og tey, sum annars hava ábyrgd í landsumsitingini eru tiknir til gíslar hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Ein sera óhugnalig og ódámlig framferð av tí persóni, sum situr í landsins hægsta setti.

Hesi dømini prógva, at tann politiski ruðuleikin, ið hevur valdað síðani sambandsflokkurin tók leiðsluna í samfelagnum, nú er fullkomin. Við at lesa Dimmalætting seinasta hósdag fingu vit enn eitt prógv um tann fullkomna ruðuleikan. Har sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at bygnaðurin hjá Finn Norman Christensen er vrakaður, og at hann nú arbeiðir við at finna ein annan bygna fyri fíggjarmálastýrið.

Dagin eftir lesa vit í bløðunum, at Almanna- og heilsustýrið lýsir eftir skrivstovuleiðara, og verður hetta helst gjørt í tráð við bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Norðman Christensen. T.v.s., at samstundis sum landsstýrismaðurin fyri tí eina aðalstýrinum sigur, at bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Norman Christensen eru vrakaðar, lýsir eitt annað aðalstýri eftir skrivstovuleiðara sambært sama broytta bygnaðinum hjá danska embætismanninum.

Lýsingarnar í bløðunum eftir starvsfólki til tað almenna minna mest um eina lýsingarherferð. Higartil hava vit hoyrt um aðalstjór-ar, stjórar og deildarstjórar, umframt vanlig starvsfólk. Og nú fingu vit so eitt nýtt fyribrigdi. Nevniliga skrivstovuleiðarar. Tílíkir skulu sjálvandi eisini setast í tann máttmikla almenna yvirbygnaðin hjá sambands-flokkinum og hansara borgarliga hala. Trupult er at fáa eyga á nakað fótfólk, ella fólk til gongu, tí her situr alt á hestbaki.

Til seinast vil eg siga, at tað ljóðar heilt ótrúligt og ófatuligt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú sleppur at vraka bygnaðin hjá Finn Norman Christensen, við tí fyri eyga, at finna ein nýggjan bygna til fíggjarmálastýrið. Hetta er bæði ótrúlit og ófatuligt, tá hugsað verður um, at tá javnaðarflokkurin ynskti at uppskotið hjá Finn Normann Christensen varð meira viðgjørt í landsstýrinum og samgonguni, fekk flokkurin tvey í at velja. Antin at góðtaka uppskotið ella at finna hurðina.

Men vit eru helst komin so langt nú, at onki longur kann henda, sum elvir til ein skelk. Vit hava bara vant okkum við at rokna við øllum.