Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, er nú eisini næstformaður í Kommunufelagnum.
Stýrið í Kommunufelagnum hevur nevniliga á stýrisfundi í dag valt hann til nýggjan næstformann.
Tórbjørn Jacobsen, varð borgarstjóri í Runavík á nýggjárinum, eftir at borgarstjórin sum var, Magnus Rasmussen, varð valdur í Løgtingið fyri Sambandsflokkin.
Tá gjørdi hann av at siga borgarstjórastarvið frá sær, og tí varð Tórbjørn Jacobsen valdur til borgaratjóra ístaðin.
Magnus Rasmussen var eisini næstformaður í Kommunufelagnum, men nú hann legði kommunupolitikk frá sær, skulu felagið eisini hava nýggjan næstformann.
Og Runavíkar Kommuna varðveitti næstformannin, tí stýrið gjørdi av at velja Tórbjørn Jacobsen í starvið.
Saman við formanninum í felagnum, Heðini Mortensen, umboðar næstformaðurin dagligu politisku leiðsluna í felagnum.