Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur fingið nýggjan leiðslu.
Tað boðar samtarvið frá beint nú.
Leiðarin fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, Mary J. í Garði, hevur gjørt av at siga seg úr starvi, og hon er úr starvinum longu nú, tann 31. oktonber.
Í hesum sambandi hevur Skálafjarðarsamstarvið gjørt av at broyta bygnaðin í Økistænastuni.
Leiðarin fyri Eysturoyar røktar- og ellisheim fær nú víðkaða leiðsluábyrgd, soleiðis, at leiðsluuppgávan nú fevnir um alla Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
Tann 1. november tekur Tordur J. Niclasen við starvinum sum leiðari fyri Økistænastuna. Hann er sjúkrarøktarfrøðingur við víðari útbúgving í fyrisiting.
- Sum fyristøðumaður á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í mong ár, hevur Tordur drúgvar leiðsluroyndir, og hollar starvsroyndir á eldraøkinum. Eisini hevur hann í ávísum tíðarskeiðum røkt leiðslustørv í heilsutænastuna í Eysturgrønlandi.