Leygardagin ætlar stuðulsfelagið hjá landsliðnum, sum eitur ?12. maður?, sær at vera sjónligari á Svangaskarði, enn tað var, tá Malta vitjaði.
Felagið skipar fyri bussferðum á Svangaskarð, og í bussunum verður møguleiki at keypa atgongumerki til landsdystin fyri hundrað krónur. Harafturat verður eisini skipað fyri sølu av serligum troyggjum, sum eru gjørdar til ?12. mann?, sum tað verður sagt í tíðindaskrivi. Og tað má so fara at hava við sær, at limirnir í felagnum fara at verða meiri sjónskir.
Felagið heldur, at tað hevur gingið í so striltið at fáa fólk at melda seg sum limir. Higartil hava hálvt annað hundrað fólk goldið hundrað krónur á girokonto 78212, og harvið eru tey limir í felagnum.
Men tey, sum skipa fyri, halda, at limatalið eigur at vera nógv hægri, og tí heita tey á landsliðsstuðlar um at gjalda limagjaldið.
Ferðslan
Leygardagin skipar felagið fyri bussferðum úr Leirvík, Sørvági, Vestmanna og úr Havnini. Tað ber til at tekna seg til ferðirnar á kunningarstovunum kring landið. Tær eru í Klaksvík, Havnini, Fuglafirði og á Tvøroyri.
Tey ætla at koma á Svangaskarð í góðari tíð, soleiðis at tað fer at bera til at skapa rætta fótbóltshýrin væl áðrenn spælararnir koma á vøllin.
Felagið sigur seg hava heitt á Strandferðsluna um at útseta fráferðina av Drelnesi, so suðuroyingar ikki nýtast at fara so tíðliga upp fyri at sleppa við Smyrli, sum loysir klokkan 7, men tað heldur SL seg ikki kunna gera, og teir halda heldur onga orsøk vera at ganga ynskinum hjá felagnum á møti um at veita fótbóltsáskoðarum suðuroyingum avsláttur leygardagin.jh