Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið EB/Streymur seinnapartin hevði vitjan av grannunum av Skála.
Einasta málið skoraði miðvallarin Emil Weihe Joensen, tá ið fyrri hálvleikur var knappliga hálvrunnin. Tað var eftir innlegg úr vinstru, at Emil setti bóltin dygst úti við stólpan. Hetta var triðja málið hjá 20 ára gamla Emil Weihe Joensen í ár. Fyri tveimum árum síðani var hann ein av stuðulsspælarunum á Skála.
Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur lyftir seg upp á 13 stig. Tað er eitt stig fram til Skála, sum er á áttanda plássi. Síðani summarsteðgin hevur gongdin ikki verið so hugalig hjá Skála, sum hevur spælt tríggjar dystir, og sum hevur tapt teir allar við samantalda málmuninum 7-0.
Pauli Poulsen venjari á Skála skiftir í seinna hálvleiki fimm spælarar inn. Álopsbogan varð spentur nógv, og tað vóru støður og málmøguleikar, sum kundu havt borið mál við sær, men tað eydaðist ikki at vinna málið, sum kundi borið við sær, at fjarstøðan aftur til EB/Streym varð varðveitt.
Fríggjadagin fær Skála vitjan av ÍF, og sunnudagin fer EB/Streymur til Klaksvíkar.
EB/Streymur – Skála 1-0 (1-0)
1-0: Emil Weihe Joensen
Dómari: Kári J. á Høvdanum
EB/Streymur: Jóannes Ey. Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Emil Weihe Joensen, Mathias Blårud, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Jens rik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo
Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Atli Djurhuus Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Jákup Pauli Frederiksberg, Karl Martin Johansen, Marjus Nón – Ragnar Skála