Nú fer FSF at leggja dystirnar

Nýggjur kappingarleistur: Fótbóltssambandið loysir nú feløgini úr æviga stríðnum at leggja dystirnar

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum legði í gjár fram uppskot til nýggjan kappingarleist við meistaraspæli og niðurflytingarspæli. Endamálið er at fáa fleiri kappingarføra dystir við spenningi, sum aftur skal geva størri áhuga og fleiri pengar í kassan.

 

Les eisini: Her er uppskotið um nýggjan kappingarleist

 

Tí leggur Kappingarnevndin upp til, at spælt verður í størst mun tað ber til, fríggjakvøld, leygardag, sunnudag og mánakvøld. Tað hevur gjøgnum fleiri ár verið tosað um, at ov nógvir dystir eru samstundis og tí kunnu áskoðarar og fótbóltsáhugi ikki síggja fleiri dystir.

 

Les eisini: Leggja upp til nýggja steypakapping

 

Ein av knútunum hevur verið ásetingin av dystum. Tað verður vanliga avgreitt fyrst í vikuni sum dystur er og feløgini telva – sum sjálvsagt er – til sín egna fyrimun. Tað hevur mangan elvt til høvuðbrýggja og klandur, sum aftur hevur gjørt at lykladystir verða spældir í senn.

 

Hetta verður nú fortíð, tí Kappingarnevndin hevur í sinni at gera ein ætlan, so at allir dystir verða lagdir – dagfesting og klokkuslett – ein mánað áðrenn.

 

##med2##

 

Mynd: Frá framløguni hjá Kappingarnevndini