Komandi summar verður aftur fast ferðafólkasamband ímillum Føroyar og Bretland.
Tað hendir, nú Smyril Line hevur gjørt av at broyta summarferðaætlanina komandi ár, so at siglt verður eisini til Lerwick í Hetlandi.
Úr Lerwick er skjótt at sleppa víðari inn á meginlandið, bæði við flogfari og við ferju, sigur Óli Hammer á Smyril Line.
Men av tí, at Hetland aftur verður tikið uppá rutuna hjá Norrønu, ber so aftur í sær, at stundir verða ikki at sigla til Esbjerg í Danmark.
Tí verður gamla siglingin til Hanstholm tikin uppaftur.
Tvs, at komandi ár fara vit aftur til ta upprunaligu summarsiglingina hjá Norrønu, hana sum vit høvdu frá 1984 til 1992, sigur Óli Hammer.
Norrøna byrjar summarsiglingina komandi ár tann 30. mai og endar 3. september.
Siglt verður soleiðis: Hanstholm, Tórshavn, Lerwick, Bergen, Lerwick, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn, Hanstholm.
Betri fyri heildina
Óli Hammer sigur, at tey hava tikið hetta stigið tí tey halda, at tað er betri fyri Smyril Line og tí tað er betri fyri heildina av føroyingum, sum hava saknað samband til Bretlands.
Um Lerwick er líka gott sum Aberdeen kann kjakast um.
Men tað er gott samband ímillum Lerwick og meginlandið.
Og skulu vit røkja hesa rutuna, er heilt einfalt ikki stundir at sigla til Esbjerg. Tað tekur fýra tímar longri at sigla til Esbjerg. Men tey allarflestu ferðafólk eru á hjólum og í fýra tímar koyrir tú væl suður um Esbjerg.
Ikki kroystir
Tit siga, at hetta er í samráð við landsstýrið. Eru tit kroystir at taka Hetlandssiglingina uppaftur?
Ja, hetta er í samráð við landsstýrið. Men tað er bara tí, at vit hava viljað upplýst landsstýrið um okkara ætlaninir og vit hava viljað fingið at vita frá teimum, hvørjar ætlanir teir hava.
Nei, vit eru ikki kroystir á nakran sum helst hátt.
Landsstýrið eigur undir 20% í partapengunum.
Og hóast tað er ein stórur partaeigari, sum vit eiga at lurta eftir, er tað ikki nóg mikið til at gjøgnumtrumfa eina loysn.
Og ei heldur hevur landsstýrið lovað okkum at taka um endan, um tað ikki gongur. Vit gera hetta, tí vit halda, at tað er betri fyri okkara forrætning og okkara viðskiftafólk.
Óli Hammer sigur at annað felag hevur røkt sambandið ímillum Lerwick og Bergen, men tað gevst komandi ár, tá ið Norrøna byrjar.