- Nú er klárt at søkja stuðul úr Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn og sjómenn.
Hetta veit Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga í dag, og á heimasíðu felagsins verður víst til leinkju, hvussu søkjast kann um stuðul.
Um Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, sum eisini fevnir um sjófólk í síni heild, verður sagt, at grunnurin varð settur á stovn í 1938 við tí endamáli at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum, stuðul.
- Virksemi grunsins hevur øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, sum á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðini.
Lagt verður aftrat, at grunnurin eisini hevur sum endamál at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri.
Grunnurin kann eisini veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.
Stuðulin úr Hjálpargrunninum verður veittur á hvørjum ári til jóla, og umsóknir skulu verða grunninum í hendi í seinasta lagi hin 12. desember 2025.










