Skjótt kanst tú síggja talvborð frá Víkingatíðini

Útgrevsturin á Toftanesi í Leirvík, sum var í árunum 1982-1987, avdúkaði fleiri enn 3000 ymiskar lutir úr víkingatíð, og fleiri av hesum lutum verða at síggja á forvitnisligari framsýning í Leirvík fyrst í juni

Fyrst í juni verður ein forkunnug og forvitnislig framsýning í Gamla skúla í Leirvík.

 

- Talan er um eina framsýning við fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum fór fram í árunum 1982-1987. Útgrevsturin avdúkaði fleiri enn 3000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, sum verða at síggja á framsýningini, sum nú verður fyrireikað í Leirvík.

 

Í Eysturkommunu vísa tey á, at tað at gera eina slíka framsýning við lutum, sum annars eru í varðveitslu á Tjóðsavninum í Havn, er ikki nakað, ið vanliga sæst runt um í Føroyum.

 

- Eisini tí er tað sera áhugavert, at vit í hesum sambandi hava fingið møguleikan at 3D skanna onkrar av teimum lutunum, ið eru sermerktir fyri júst henda útgrevsturin, men sum verða mettir ov skirvisligir at hava liggjandi frammi.

 

Vist verður á, at til hetta høvið vóru Astrid Johannesen, ferðavinnu- og mentanarleiðari í Eysturkommunu og Hákun Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, nú ein dagin á vitjan á FabLab á Kambsdali at skanna talvborðið, ið varð funnið á Toftanesi.

 

- Talvborðið er tað einasta av sínum slagi, sum er funnið í Føroyum, siga tey í Eysturkommunu um forvitnisligu framsýningina, sum verður í Gamla skúla í Leirvík.

 

Meira um hetta kann lesast á www.eysturkommuna.fo

 

##med2##