Tað hevur friðarligt í tinginum síðani á nýggjárinum, men nkemur ferð á aftur.
Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni er 7. marts, so nú koma uppskotini á løgtingsskrivstovuna.
Úrlandsstýrinum er 17 ymisk uppskot komin í dag og eftir ætlan kom fimm-sjey uppskot afturat áðrenn seiansta framløgudag. Harumframt kemur andstøðan við nøkrum uppskotum - helst fleiri enn 10.
Tingfundur verður mikudagin klokkan 11.
Uppskotini frá landsstýrinum í dag snúgva seg millum annað um: Uppskot til broyting í matvørulógini, uppskot til broytingar í løgtingslóg um serskúla, uppskot um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval, uppskot til broyting í ársroknskaparlógini og uppskot til broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.