VIDEO: Fyrsta málið hjá Samuel í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hartberg-SV Ried 3-2 (2-1)

Mynd: SV Ried

Ígjár skoraði Samuel Chukwudi fyrsta málið í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

 

Tá 11 minuttir vóru farnir av dystinum hjá SV Ried móti Hartberg á útivølli fangaði Samuel ein returbólt, og beindi hann hegnisliga í netið til støðuna 1-1.

 

Heimaliðið hevði lagt seg á odda við einum brotssparki longu í sætta minutti, og sjey minuttir undan steðginum legði heimaliðið seg á odda 2-1.

 

Í 64. minutti javnaði Evan Eghosa fyri Ried til 2-2, men tað gingu bert sjey minuttir, so hevði Hartberg skotið sigursmálið í dystinum.

 

Hjá Soccerstand var Samuel næstbesti leikarin hjá SV Ried. Har fær Samuel karakterin: 8,1 (av 10 møguligum). Sofascore gevur Samuel karakterin: 7,2.

 

SV Ried er nummar átta í eysturríksku Bundesliguni við fýra stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hartberg-SV Ried 3-2 (2-1):

 

##med2##

 

Mynd: SV Ried