Nú riggaði alt hjá Uros

B36 álopsspælarin skoraði tvey mál og legði upp til triðja málið, og hann, sum skoraði fjórða málið, hevði bara spælt í bestu deildini í 15 sekund, tá ið hann varð málskjútti

Tað hevur ikki riggað væl hjá honum og B36, síðani hann síðsta summar flutti í árstalsfelagið í høvuðsstaðnum, eftir at hann av álvara hevði gjørt um seg sum málskjútti í Fuglafirði.

 

Men í dag riggaði tð hjá Uros Stojanov.

 

B36 vann 4-1 á heimavølli ímóti B68, og Uros Stojanov átti sín stóra lut í øllum trimum málunum, sum B36 skoraði, áðrenn hann varð skiftur út.

 

Framrættaði vongverjin í vinstru Magnus Egilsson átti innleggið, tá ið Uros Stojanov beinanvegin setti hol á, og Martin Agnarsson átti innleggið úr høgru lítla løtu undan steðginum, tá ið Uros Stojanov snaraði runt seg sjálvan og verjuspælaran, áðrenn hann trillaði bóltin í málið.

 

Nýggi B68 álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen hevði miðskeiðis í fyrra hálvleiki risastóran møguleika at javna, eftir at B36 misti í uppspælinum, men hann kendi ikki sína vitjunartíð og royndi at bjóða mótstøðumanni av heldur enn beinanvegin at smekka til.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom spenningur í aftur, tá ið nýggi B68 álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen skoraði, eftir at akkurát innskifti Lukasz Cieslewicz legði innfyri úr høgru, og málverjin hevði hálvbjargað roynd frá Stefan A. Løkin.

 

So spenti B68 álopsbogan, og tað vóru møguleikar fyri at javna. Tað eydnaðist ikki. B36 fekk fatur á samanspælinum, og alt varð avgjørt, tá ið Uros Stojanov spældi Andrass Johansen leysan. Hann setti úr vinstru bóltin í málið og so var 3-1.

 

Akkurát innskifti Rani Berg í Soylu - hann hevði bara verið 15 sekund á vøllinum - staðfesti 4-1 heimasigurin eftir horna úr vinstru og eftir at innskifti Mattias Weihe Joensen hevði snittað bóltin víðari. Hetta var fyrsta málið hjá Rana Berg í Soylu í sínum fyrsta dysti í bestu deildini.

 

 

 

B36 – B68 4-1 (2-0)

 

1-0: Uros Stojanov

 

2-0: Uros Stojanov

 

2-1: Sebastian Lau Nielsen

 

3-1: Andrass Johansen

 

4-1: Rani Berg í Soylu

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Thor Høholt, Ragnar Samuelsen, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

 

B68: Rói Mørk Hentze – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Áki Johannesen, Bárður Ó. Jensen – Niels Jensen (Lukasz Cieslewicz, 63.), Jann Ingi Petersen – Steffan A. Løkin, Andri Benjaminsen, Esmar P. Clementsen – Sebastian Lau Nielsen