Nú skal Kringvarpið hava fleiri pengar

Mentamálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar, sum skal tryggja Kringvarpinum hægri inntøkur

Mentamálaráðið boðar í dag frá, at tey hava sent til hoyringar uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp.

 

– Endamálið við broytingaruppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum prísvøkstri.  Eisini er eitt av endamálunum at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum.

 

– Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónur um mánaðin og upp í  163 krónur um mánaðin. Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónum og upp í 63 krónur.