Vil geva føroyingum betri innlit í eftirlønina

Jacob Vestergaard fer at biðja Tryggingareftirlitið kanna, um føroyskir eftirlønarkundar skulu fáa eitt savnað yvirlit yvir inngjøld, avkast og kostnað.

Føroyingar kunnu fáa betri innlit í, hvat eftirlønaruppsparingin kostar, og hvussu nógv hon kastar av sær.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.

 

Helgi Abrahamsen spurdi millum annað, hvørji krøv verða sett feløgunum, sum umsita kravdu eftirlønaruppsparingina, hvar tey kunnu gera íløgur, og um løntakarar fáa nóg gott innlit í, hvussu nógv teir fáa burtur úr uppsparingini.

 

Vil kanna danska leistin

 

Síðani 2023 hava føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir roknað og upplýst kundum sínum árliga kostnaðin bæði í krónum og prosentum. Endamálið er at vísa, hvat einstaki kundin rindar fyri eftirlønarskipanina.

 

Í Danmark fáa eftirlønarkundar harumframt eitt savnað yvirlit við týdningarmestu upplýsingunum um sína eftirløn. Jacob Vestergaard heldur, at ein líknandi skipan kann vera viðkomandi í Føroyum.

 

– Eg fari at heita á Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á einari líknandi skipan í Føroyum, og um tað er skynsamt, skrivar landsstýrismaðurin.

 

Skulu vísa avkast og kostnað

 

Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar hava longu skyldu til árliga at upplýsa kundunum um samlaðu uppsparingina og avkastið í árinum.

 

Í roknskapunum skulu feløgini eisini vísa lyklatøl fyri avkast og kostnað seinastu fimm árini. Har skal millum annað síggjast, hvussu nógv ymisku íløgubólkarnir hava kastað av sær, umframt avkast og váði hjá ymiskum aldursbólkum.

 

Tryggingareftirlitið hevur seinastu árini samanborið árliga avkastið hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Ein dagførd kanning av avkastinum er í gerð og verður eftir ætlan liðug seinni í ár.

 

Íløgurnar skulu gagna kundanum

 

Sambært tryggingarlógini skulu eftirlønarpeningarnir verða settir í íløgur á ein hóskandi hátt, sum gagnar kundanum.

 

Leiðslan skal virka fyri, at kundarnir fáa størst møguligt avkast í mun til váðan. Nevndin skal áseta íløgupolitikk, mørk fyri váða og mál fyri avkastið. Feløgini skulu eisini hava mannagongdir til at fylgja við vinningi, tapi og váða.

 

Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum. Tey skulu lúka kapitalkrøv og krøv til leiðslu, fakligan førleika, royndir og óheftni.

 

Tryggingarlógin verður dagførd

 

Tryggingareftirlitið og Vinnumálaráðið eru farin undir at dagføra tryggingarlógina. Ætlanin er, at føroyska lógin í høvuðsheitum skal samsvara við nýggju donsku tryggingarlógina.

 

Í hesum sambandi verður eisini mett, hvørjar ES-reglur á tryggingarøkinum skulu setast í gildi í Føroyum, og hvørjar kunngerðir eiga at verða dagførdar ella skrivaðar av nýggjum.