Fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava lagt stóra orku í tjaldingarøkið, sum hesa ferð verður í sjálvum hjartanum á festivalinum.
Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonnunum handan festivalin, sigur við in.fo, at tey veruliga vóna, at gestirnir fara at taka væl undir við nýggja leistinum, sum tey hava valt at skipa tjaldingarøkið eftir.
- Sjálvi halda vit í øllum førum, at vit veruliga hava roynt at skapt nakað nýtt hesaferð. Fyrst og fremst, so verður tjaldingarøkið nú á sjálvum festivaløkinum, og tað eigur at geva ein heilt annan dám, sigur Steintór.
Mitt í tjaldbygdini verður felagsøki við stórum tjaldi, matsølu og annað, og síðani verður økið býtt eitt sindur upp í familjutjalding og ungdómstjalding. Í stóra Tipi tjaldinum verður møguleiki at keypa sær okkurt til matna og okkurt leskandi, og har verður eisini ein pallur, sum av og á fer at bjóða live-tónleik og framførslur.
Eisini fara tveir frisørarar at halda til í tjaldinum, og tey, sum hava brúk fyri fáa sett hár ella lagt make-up av nýggjum, kunnu vitja frisørarnar.
Nógv er gjørt fyri at fríðka um økið. Gøta er gjørd gjøgnum bygdina, litperur eru hongdar upp, listamaðurin Jan Nystrøm hevur gjørt kendar tónleikarar úr træi, og annað er eisini funnið fram og evnað til, so at bygdin verður hugnalig og innbjóðandi fyri tjaldarar og gestir annars.
- Hartil koma vit at hava nøkur serstøk tilboð til tjaldarar. Eitt nú er matur og drekka nakað bíligari inni á økinum, enn tað er á festivaløkinum annars. Fyri at hava skil á, hvør er tjaldari og hvør ikki er, hava hesi nú serlig armbond, sum geva atgongd til økið, meðan onnur kunnu keypa atgongumerki til tjaldingarøkið fyri 100 kr, sigur Steintór Rasmussen.