Nýsetti amerikanski sendiharrin í Danmark leggur dent á, at hann vil styrkja sambandið millum USA og Danmark.
Tað segði Ken Howery í gjár eftir vitjan hjá kongi á Christiansborg slotti í Keypmannahavn.
- Okkara raðfestingar eru millum annað at styrkja okkara verju- og trygdarsamstarv, økja um handil og íløgur, og at arbeiða saman við kongaríkinum fyri at viðgera okkara felags áhugamál um trygdina í Arktis - serliga Grønlandi, varð sagt.
Ein journalistur royndi at seta spurningar við nýggja sendiharran um Grønland, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eitt upplýst ynski um at taka ræði á, sum hevur elvt til altjóða stúran.
Men eitt starvsfólk hjá nýggja sendiharranum vísti spurninginum aftur, tí stundir vóru ikki at svara.
- Tað fara vit at viðmerkja í framtíðini, segði Ken Howery.
Trump hevur í fleiri førum opið sagt, at hann vil hava ræðið á Grønlandi. Hetta hendi millum annað, tá hann fyri skjótt einum ári síðani tilnevndi Howery til starvið.
Í samrøðu við TV 2 seinnapartin mikudagin framman fyri amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn verður Howery fleiri ferðir spurdur um útsøgnirnar hjá Trump um at taka ræðið á Grønlandi.
- Lat meg endurtaka tað, sum Trump hevur sagt: At USA stuðlar rættinum hjá grønlendska fólkinum at avgera sína egnu framtíð.
- Forsetin hevur sagt, at hann framvegis er sera fokuseraður á amerikansku trygdina, serliga í ljósinum av alsamt meira ágangandi atferðini hjá Russlandi og Kina í Arktis.
- Persónliga haldi eg, at trygdin í Arktis er ein stúran, sum vit deila við okkara samstarvsfelagar í Kongaríkinum (Danmark, ritstj.).
- Sum eg havi sagt áður, so gleði eg meg til at koma í dialog og samstarv við okkara samstarvsfelagar her og síggja, hvussu vit best kunnu arbeiða saman fyri at loysa hesa felags avbjóðing. Í síðsta enda eri eg her fyri at lurta og læra.
Sendiharrasessurin hevur staðið tómur, síðani Donald Trump tók við sum amerikanskur forseti í januar.
49 ára gamli tøkniíverksetarin varð tilnevndur sum sendiharri í Danmark í oktober. Hann hevur fyrr verið sendimaður í Svøríki og lendi í Danmark fyri eini viku síðani.
Howery er útbúgvin búskaparfrøðingur, er ættaður úr Texas og hevur livað væl sum ein av stovnarunum av alheims gjaldstænastuni PayPal.
Nú hann alment hevur fingið grønt ljós at taka við starvinum sum sendiharri í Danmark, gleðir hann seg til at hitta stjórnina, vinnuna og hernaðin, segði hann mikudagin.
- Tað er vert at minnast til, hvussu sterkt sambandið millum okkara lond er, sigur hann og vísir á, at vit báðir vóru við til at stovna verjusamgonguna NATO eftir annan heimsbardaga.
Sambært Howery hava Danmark og USA havt diplomatisk viðurskifti í 225 ár "uttan avbjóðing".
- Eg gleði meg at hitta fólkið og læra meira um menningina í kongaríkinum, umframt at ferðast runt ymsu partarnar í kongaríkinum, eitt nú Føroyar og Grønland, komandi mánaðirnar.
/Ritzau

























