Floksmannaskinkan hevur tað gott í brimrokinum

Fyrstu smakkroyndirnar av skinkunum í Hattarvík vóru á Floksmannadegnum í ár, og afturmeldingarnar vóru sera góðar

Hin 9. januar í 2023 vórðu slakar 20 skinkur hongdar upp úti í Hattarvík eftir at hava verið viðgjørdar og fyrireikaðar til eina langa framleiðslutíð.

 

Skinkurnar vigaðu um 12 kilo hvør. 

 

Fyrstu smakkroyndirnar av hesum skinkunum vóru á Floksmannadegnum í ár, og afturmeldingarnar vóru sera góðar. 

 

Nú eru skinkurnar hálvt ár eldri, og smakkurin er kraftigur og spennandi, har skinkurnar hava tikið við av harðbalna umhvørvinum úti í Hattarvík.

 

Mett verður, at skinkurnar kunnu turka í trý ár!

 

Ætlanin við skinkunum er serliga, at tær skulu vera ein partur av Floksmannadøgunum, men við øktari framleiðslu verður skinkan so eisini at fáa aðrastaðni í landinum. 

 

Í næstum verður eisini farið at turka ostar í Hattarvík, og tað verður við góða Múlaosta-konseptinum í elligamla hjallinum í Múla sum stendur á grundini hjá navnframa, Guttormi í Múla.

 

##med2##

 

Tað var eisini her, at fyrsta turkingin av skinkum og ostum byrjaði undir leiðslu av Jógvani Høj.

 

Hjúnini, Símun og Jastrid Gullaksen og Johan Mortensen, íbyrtari, standa fyri hesum ætlanum.

 

Tað er eisini teirra inniliga vón, at landsstýrið fer at gera nakað við okkara avoldaðu ES-avtalu, so tað fer at bera til at útflyta føroyskar landbúnaðarvørður.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Okkara havumhvørvi hevur risastóran týdning fyri ræsing og turking, men her er lítið granskað

Hjúnini, Símun og Jastrid Gullaksen og Johan Mortensen, íbyrtari, standa fyri skinku-verkætlanini