Náttina til hin 23. september varð norska løgreglan boðsend í einum møguligum dronumáli við flogvøllin í Gardermoen í Oslo.
- Men, vit kunnu ikki staðfesta, at talan í roynd og veru var um eina dronu. Tí er málið nú slept vegna vantandi prógv.
Tað sigur norska løgreglan í tíðindaskrivi í dag.
– Undir kanningini hava vit avhoyrt starvsfólk á flogvøllinum. Vit hava kannað vakmyndaupptøkur og hava kannað, um fleiri vitni vóru til hendingina.
Hóast hesar kanningar kann løgreglan ikki vátta ella avsanna, um dronur veruliga vóru yvir Gardermoen náttina til 23. september.
- Tí er málið nú slept, sigur norska løgreglan.











