Nýggi forsetin í Argentina lovar at steðga afturgongdini

Javier Milei sigur eftir sannførandi sigurin, at »afturgongdin hjá Argentina endar í dag«.

 

Javier Milei var í gjár valdur sum næsti forseti í Argentina. - Foto: Emiliano Lasalvia/Ritzau Scanpix

Nývaldi forsetin í Argentina, Javier Miley, hátíðarhelt í nátt stórsigurin á fíggjarmálaráðharranum, Sergio Massa, og sigur, at afturgongdin hjá Argentina endar við valinum av honum.

Milei vísti seg sambært argentinska blaðnum Clarín, á Libertador Hotel, sum er í miðbýnum í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires, tá valúrslitið vísti, at tann 53 ára gamli búskaparfrøðingurin var vinnarin á valinum.

– Í dag byrjar endurbyggingin av Argentina. Í dag byrjar endin á afturgongdini hjá Argentina.

– Í dag endar fátækraskapandi skipanin, har staturin er allastaðni, sum bara nøkur fáa fyrimun av, meðan meirilutin líður, sigur Javier Miley sambært fronsku tíðindastovuni AFP.

Tað var Massa, sum stutt eftir midnátt viðurkendi, at hann heðvi tapt valið.

Massa er búskaparmálaráðharri í sitandi stjórn, sum er undir leiðslu av vinstrasinnaða Partido Justicialista.

Síðani hann tók við embætinum í august í fjør, er inflatiónin hækka frá umleið 90 prosentum til at nærkast 150 prosentum.

Sergio Massa fekk góð 44 prosent av atkvøðunum, meðan Milei vann við umleið 55,7 prosentum av atkvøðunum.

Milei lovar í røðuni á Hotel Libertador eina »avmarkaða stjórn og virðing fyri ognarrættinum og fríhandil«.

– Yvirflóðsskipanin er komin til endan. Tað er eingin veður aftur.

Hann reksar upp fleiri av avbjóðingunum hjá suðuramerikanska landinum og sigur, at tað »bara finst ein loysn upp á tær, um vit av nýggjum fevna um hugskot sum frælsi«.

– Tað er einki pláss fyri tillagingum. Einki pláss er fyri lunkaðum hálvloysnum, sigur hann.

Milei hevur ført valstríð upp á at taka burtur argentinska gjaldoyrað peso og í staðin seta í amerikanska dollaran sum alment gjaldoyra. Argentinska tjóðbankan ætlar hann »at spreingja í luftina« fyri at gera upp við »krabbasjúkuna inflatión«.

Milei verður tikin í eið 10. desember.

/ritzau/

 


 

 

Javier Milei var í gjár valdur sum næsti forseti í Argentina. - Foto: Emiliano Lasalvia/Ritzau Scanpix