Tað var eitt nýskipað H71-lið, sum vit fara at síggja í Atlantic Airways-deildini í ár. Tað er greitt, nú ein av avgjørdu profilunum í føroyskum hondbólti, rumenski Bogdan Florea, er farin til Team Klaksvík og harvið ikki longur verður partur av liðnum, har nógv av álopsspælinum var bygt upp um hansara dundurskot. Petur Mittún, sum aftur í ár fer at mynda venjaratoymið saman við Halgir Dahl Olesen, váttar, at spæliskipanin verður nógv broytt, nú Bogdan Florea ikki longur er við liðnum.
- Ja, tað verður hon. Hann hevur verið skjúttin á liðnum, so nú verður tað umskipað munandi. Spælið verður skjótari og kanska meiri áhugavert. Spælið er bygt á, at nú mugu fleiri bjóða seg fram í mun til at tað áður næstan bara var ein. Tað ger tað sjálvsagt spennandi hjá teimum, sum eru við, tí fleiri teirra hava hóast unga aldurin verið við í nøkur ár, og nú er tað teirra túrur at bjóða seg fram, sigur Petur Mittún.
H71 hevur annars útvegað sær styrk. Talan er um tveir danir, Jesper Pedersen og Mark Laursen-Marcher, somuleiðis sum Helgi H. Hoydal er afturkomin til Føroya at spæla við H71 eftir at hava verið í Danmark.
Meiri verður at lesa um H71 og øll hini hondbóltslfeløgini í landinum í Hondbóltsblaðnum, sum kemur á gøtuna seinni í vikuni.