Mikukvøldið 12. august 2026 um kl. 18:54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík.
Í Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 og endar kl. 20:00, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69.
Í Klaksvík verður tiltakið ,um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30.
Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54.
Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey ið ikki hava sjálvi.
Á tiltakinum verður eisini greitt frá hví sólarmyrkingar eru, eins og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum.
Sí annars greinina Partvíds sólarmyrking um ein mánað.
##med2##
Animatión: Leiðin hjá Sólarmyrkingini 12. august 2026.
##med3##
Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir Vestureuropa.
##med4##
Myndir: Space.com













