Nýggj kanning: Veljarin húðflettir landsstýrisfólk

Jacob Vestergaard og Annika Olsen klára seg best í landsstýrinum, men hini fýra landsstýrisfólkini klára seg stak illa


Tað er ógvuliga ymisk, hvussu føroyingar halda, at tey ymsu landsstýrisfólkini klára sítt arbeiði.

Tað vísir ein veljarakanning, Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin hevur ikki sjálvur kunngjørt kanningina, men Kringvarpið hevur fingið fatur á henni.

 

Ein spurningur í kanningini er, hvussu veljarin heldur, at tey ymsu landsstýrisfólkini klára seg.

Og KvF sigur, at Fólkaflokkurin eigur báðar toppskorararnar á listanum við tað, at 32 prosent av veljarunum halda, at  landsstýrsmaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard klárar seg væl og 29 prosent halda, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, klárar seg væl.

 

Men so er eisini liðugt við vælvildini frá veljarunum, tí restin av landsstýrismanninini dumpar so dyggiliga.

 

Nummar trý á listanum er Bjørn Kalsø, landsstýrsmaður í mentamálum, men tað eru bara níggju prosent sum halda, at klárar sítt starv sum landsstýrismaður, væl.

Verri sær út hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen tí bara sjey prosent av veljarunum halda, at hann røkir sína uppgávu væl.

 

Men ringast stendur til hjá Karsteni Hansen, Jørgeni Niclasen og Johan Dahl.

Tað eru ikki meiri enn seks prosent av veljarunum, sum halda, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Karsten Hansen, landsstýrsmaður í heilsumálum standa seg væl

 

Og allarniðast á listanum liggur Johan Dahl og tað eru bara trý prosent sum halda, at hann stendur seg væl sum landsstýrsmaður í vinnumálum, sigur KvF.