Mynd: Umhvørvisstovan

Nýggj kunngerð skal styrkja stríðið móti rottu

Endamálið við kunngerðini er at styrkja arbeiðið við at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum

Mynd: Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan skrivar, at nýggja kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu kom í gildi 6. juli 2026 og byggir í stóran mun á kunngerð nr. 147 frá 2017.

 

– Endamálið við kunngerðini er at styrkja arbeiðið við at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum og at skapa eitt enn betri grundarlag fyri einum samanhangandi, fakliga grundaðum og fyribyrgjandi arbeiði.

 

Millum týdningarmestu broytingarnar í kunngerðini eru:

 

  • Løggildingarskeið verður krav hjá teimum, sum arbeiða við rottutýning. Hetta skal tryggja neyðugu fakligu førleikarnar og uppbyggja eina felags fatan av, hvussu rottutýning verður framd á besta hátt.
  • Krav um rottutrygging av bygningum. Endamálið er at fyribyrgja, at rottur sleppa inn í bygningar ella fáa atgongd til føði og skjóli. Hetta er serliga umráðandi fyri matvøruvirksemi, men eisini fyri aðrar bygningar og samfelagsvirði, har rottur kunnu elva til smittuvanda og stóran materiellan skaða.
  • Felags talgild skrásetingarskipan. Umhvørvisstovan fer at veita kommununum eina felags talgilda GIS-skipan til skráseting av arbeiðinum við rottu. Skipanin fer at geva betri yvirlit yvir støðuna við rottu kring landið, styrkja grundarlagið undir raðfestingum og lætta um arbeiðið hjá kommununum.

 

Nógv av hesum arbeiðinum er longu at síggja í verki. Síðani Umhvørvisstovan fór undir løggildingarskeiðini í 2022, hava fleiri kommunur skipað arbeiðið við rottufyribyrging á ein meira miðvísan hátt. Millum annað hava fleiri kommunur sett í verk skipaða týning í haganum og øðrum viðkvomum økjum við tí endamáli at verja føroyska fuglalívið og lívmargfeldið.

 

Eisini síggja vit, at fyritøkur eru farnar undir at rottutryggja sínar bygningar við hjálp frá teimum, sum longu hava luttikið á skeiðinum.

 

Nýggja kunngerðin byggir sostatt víðari á eina jaliga menning, sum longu er farin fram í kommununum, og styrkir samstundis karmarnar fyri eitt felags og fakliga grundað arbeiði um alt landið.

 

Við kunngerðini verður dentur lagdur á at verja tríggjar týdningarmiklar samfelagssúlur: Náttúruna, heilsuna og fíggjarligu virðini. Við at arbeiða meira fyribyrgjandi ber til at verja okkara sermerktu náttúru og fuglalív, minka um vandan fyri smittuspjaðing og avmarka teir fíggjarligu skaðarnar, sum rotta kann elva til.

 

Nýggja kunngerðin er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at tryggja eitt samanhangandi, framtíðartryggjað og fakliga sterkt rottuarbeiði í Føroyum.

 

Kunngerðin kann lesast herLógasavn

 

 

 

Mynd: Umhvørvisstovan