Okkara er aftur komið við forvitnisligari serøl, ið bara verður bryggjað eina ferð og í avmarkaðari nøgd. Nýggja serølin eitur »Okkara No.4 - Kaffistout« og er ment í samstarvi við Brell.
– Við hesari ølini eru vit farin í eitt spennandi samstarv við Brell, sum er einasta kaffibrennarí í Føroyum. Vit royndu ymisk kaffisløg og valdu at enda eitt kolobianskt kaffi, sum gav ølini júst tann rætta milda kaffismakkin. Kaffið bleiv brent í Brell og blandað saman við okkara portara. Hóast kaffi ikki er nakað vit beinleiðis seta í samband við Føroyar, so fara vit kanska at gera tað nú, sigur Petur Petersen, søljustjóri á Okkara.
Tað finnast sera nógv ymisk sløg av øli, og úrvalið bara veksur fyri hvørt ár. Serølinar gera tað gjørligt at royna okkurt nýtt og øðrvísi, og upplivingin er ymisk, alt eftir hvat fyri slag av øli ein velur.
– Tað er vanligt at drekka ølina so kalda sum gjørligt, men ein sterk øl sum hendan, við styrkini 7,9%, skal helst drekkast, tá hon er eini 8-10 hitastig. Soleiðis fært tú angan og smakkin betri fram, sigur Petur Petersen.
– Mildi smakkurin av kaffi ger ølina góða til millum annað dessertøl, sigur hann og leggur afturat, at hon hóskar seg eitt nú serstakliga væl til eina góða sjokolátakaku.
Nummar 4 er fyrsta serølin hjá Okkara í ár og fæst í Rúsuni.