Nýggj skipan skal geva útróðrarbátum betri kor

Landsstýrið fer at leggja fram nýtt uppskot fyri bólk 5 í fiskivinnuni.

Landsstýrið ætlar at broyta karmarnar hjá teimum smæstu vinnuligu fiskiførunum.

Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at arbeitt verður við einari nýggjari skipan fyri útróðrarbátarnar í bólki 5. Endamálið er at skapa meira støðug kor hjá teimum, sum liva av útróðri.

Landsstýrið vísir á, at útróður hevur stóran týdning fyri fleiri bygdir kring landið, bæði sum vinnugrein og sum partur av føroysku mentanini.

Tí skal skipanin gerast meira smidlig, samstundis sum hon tryggjar burðardygga gagnnýtslu av fiskatilfeinginum.

Málið er at leggja fram eitt uppskot, sum bæði vinnan og politiski myndugleikin kunnu taka undir við.

Landsstýrið leggur dent á, at broytingarnar skulu geva útróðrarmonnum betri møguleikar at reka vinnu á einum tryggari grundarlagi.