Nýggj útluftingarskipan í høll og skúla

- Tey, sum dagliga brúka skúlan og høllina, hava seinastu árini varnast, at inniluftin er versnað munandi

 

- Farið er í gongd við at skifta útluftingarskipanina í ítróttahøllini og nýggja skúla, soleiðis at bygningurin verður klárur til nýggja skúlaárið og komandi hondbóltsárið.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

- Tey, sum dagliga brúka skúlan og høllina, hava seinastu árini varnast, at inniluftin er versnað munandi. Serliga hevur luftgóðskan verið vánalig í skiftingarrúmunum.

 

Við nýggju skipanini verða hitin og luftgóðskan innandura hildin støðug, tí skipanin tillagar seg sjálvvirkandi eftir umstøðunum og virkseminum.

 

Tað er lokala fyritøkan VVS Import, sum stendur fyri arbeiðnum í ítóttarhøll og skúla í Vestmanna.

 

Víst verður á, at skúlin og ítróttahøllin, sum vórðu tikin í nýtslu í 1986, eru nú komin upp í árini og hava tørv á umvælingum og dagføringum.

 

- Í fjør varð alt VVS-arbeiðið skift út, í ár er tað útluftingarskipanin, sum verður endurnýggjað, og ætlanin er at fara undir at skifta tekjuna næsta ár, verður lagt aftrat.