Nýggj veddingargøla í Premier League

Premier League: Fyrst fekk Ivan Toney bann, síðani Sandro Tonali og nú eitt nýtt mál á veg

Mynd: (Scanpix) Lucas Paqueta í dysti móti Manchester City

Enn ein veddingargøla er á veg í Premier League. 26 ára gamli Lucas Paqueta hjá West Ham er nú skuldsettur, fyri at hava fingið sær gult kort við vilja í fýra dystum og spælt pengar upp á tað.

 

Hetta verður roknað sum sera álvarsamt og The Guardian skrivar, at í West Ham ræðast tey, at hetta er endin á yrkisleiðini hjá brasilska miðvallaranum, sum hevur verið settur í samband við Manchester City.

 

Tvey líknandi mál hava verið í Premier League seinastu tvey árini. Ivan Toney hjá Brentford fekk leikbann í átta mánaðir og Sandro Tonali hjá Newcastle fekk leikbann í tíggju mánaðir, fyri brot á veddingarreglugerðina.

 

Tó er vandi fyri, at Lucas Paqueta fær eina harðari revsing. Hann er skuldsettur fyri, at í fýra førum at framtvinga sær eitt gult kort við tí fyri eyga, at ein ella fleiri persónar skuldu vinna pengar upp á tað. Hetta var móti Leicester City 12. novembur 2022, Aston Villa 12. mars 2023, Leeds United 21. mei 2023 og móti AFC Bournemouth 12. august 2023.

 

Mynd: (Scanpix) Lucas Paqueta í dysti móti Manchester City