Nýggjan bátadrátt í Vági

Á býráðsfundi 25. mars samtykti Vágs býráð einmælt uppskotið frá Havna- og vinnunevndini um nýggjan bátadrátt í Vági

Nýggi bátadrátturin verður gjørdur har verandi dráttur er, og eftir ætlan verður sjálvur bátadrátturin klárur til jóansøkuna í ár – tó verður samlaða arbeiðið liðugt eftir jóansøku.

 

Tað eru ymsar avbjóðingar við núverandi bátadrátti; m.a. ber ikki til at flota bátar á viðfestisvogni, tí tað er trupult at bakka vognar oman eftir dráttinum. Eisini kappróðrarfólk hava avbjóðingar at flota og draga bátar eftir dráttinum.

 

Sostatt hevur mál um nýggjan bátadrátt verið á skrá nakrar ferðir í Havna- og vinnunevndini. Herfyri vóru umboð frá nevndini og tekniskudeild á kunningarferð í Føroyum, har bátadráttir ymsa staðni í Føroyum vóru kannaðir. Síðani var farið aftur til tekniborðið, og arbeiðið varð bjóðað út.

 

Tað verður fyritøkan SHBygg úr Porkeri, ið skal gera bátadráttin, og boða teir frá, at teir ætla sær í gongd sum skjótast, so bátadrátturin kann brúkast á jóansøku.

 

Bátadrátturin verður gjørdur soleiðis, at halli á dráttinum verður meiri líðandi, soleiðis at til ber at bakka bátar á viðfestisvogni oman eftir dráttinum og flota teir, og sjálvandi verða umstøður hjá kappróðrarfólki og bátum betri enn tær eru nú.

 

Umstøðurnar á havnalagnum í Vági er bøttar munandi hetta valskeiðið; herfyri var nýggjur bátahylur gjørdur, vinnuøkið á suður síðuni verður ruddað, og nú verður nýggjur dráttur gjørdur.

 

Og sum nevnt í tíðindunum, hevur tekniska nevnd arbeitt við broyting av byggisamtykini fyri Vág, umleið 1.548 fermetrar av bústaðarøki verða broytt til neystaøkið, og umleið 862 fermetrar verða broyttir frá havna- og vinnuøki til neystaøki. Talan er um økið frá Tøftabø til Galtnaroyri.