Nýggjar matvøruútbúgvingar

Í august ber til at taka fleiri matvøruútbúgvingar í Føroyum

Mentamálaráðið hevur seinastu tvey árini saman við vinnuni arbeitt við at íverkseta fulla útbúgving til gastronom og føðsluatstøðara í Føroyum.

 

Í løtuni ber til at taka fyrsta part av gastronom útbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík. Eftir hetta hava næmingarnir havt møguleika til at skriva lærusáttmála, men hava verið noyddir at taka seinastu skúlaskeiðini í útbúgvingini á donskum yrkisskúla. Hetta verður nú broytt. Tí nú fer at bera til at taka øll skúlaskeiðini á Tekniska skúlanum í Klaksvík.

 

Mentamálaráðið hevur somuleiðis tikið stig til, at til ber at taka skúlagongdina til føðsluatstøðara útbúgvingina (ernæringsassistent) í Føroyum.

 

Fyrstu 20 vikurnar av báðum útbúgvingunum eru felags. Eftir hetta velja næmingarnir, um teir ynskja at gerast føðsluastøðari ella gastronomur.  Tað tekur 3 ár og 7 mánaðir at útbúgva seg til gastronom og 3 ár til føðsluatstøðara. Eisini fer at bera til at taka fyrsta partin av útbúgvingunum og gerðast føðsluhjálpari og gastronomatstøðari. Tá er útbúgvingartíðin 1 ár og 6 mánaðir, harav eru 40 vikur skúlagongd umframt sveinaroynd.

 

Í tíðindaskrivi sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at hesar útbúgvingar eru eitt stig á leiðini í útbúgvingarpolitikkinum at styrkja útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum – eisini innan yrkisútbúgvingar. Hann leggur afturat, at hann vónar, at vinnan og viðkomandi almennir og kommunalir stovnar fara at taka væl ímóti nýggju møguleikunum við at taka lærlingar og næmingar í starvsvenjing, soleiðis at útbúgvingarnar verða eitt munagott íkast til m.a. ferðavinnu og til gagns fyri brúkarar á eitt nú sjúkrahúsum og ellisheimum sum ætlað.

 

Nýggjur matvøruskúli verður í løtuni bygdur afturat Tekniska Skúlanum í Klaksvík, og verður útbyggingin liðug seinni í ár.