Tað hevur verið fastur siður at hava nýggjársdans í Dali. Í 2010 gjørdi Stígum Fast av, at dansurin skuldi skipast fyrr um kvøldið, soleiðis at fólk av øðrum oyggjum høvdu møguleikan at koma Dal og at sleppa av aftur oynni sama kvøld, um hugur var til tess. Onnur dansifeløg hava tikið væl ímóti hesum, og eitt nú hevur Tøkum Lætt úr Havn verið vælmannað í Dali seinastu nýggjársdansirnar.